Aftur til KNASSI

Um Knassi

Felagið KNASSAR eigur og rekur KNASSI.
Brøðurnir Jon Nysted og Niklái Nysted eiga KNASSAR, og hava teir síðan 2001 veitt tænastur til alnótina.
Eitt frítíðar prosjekt var Undirhald.com, ein portalur við ymiskum serføroyskum spølum.
Tey seinastu 2 árini hevur verið arbeitt við KNASSI og øðrum tilhoyrandi verkætlanum.
KNASSAR arbeiða í løtuni eisini við at fáa fótafestið á altjóða marknaðinum.


Málsetningur

Okkara málsetningur er sjálvandi at KNASSI skal vera heimsins besti portalur. Og øll skulu brúka KNASSI sum byrjunarsíðu.
Á alnótini kanst tú finna alt um alt, men ein stórur trupuleiki er, at tað er eisini alt ov nógv at finna um onki.
Tú leitar eftir einum "møblaframleiðara" og finnur mest "síður sum vísa á síður við síðum sum vísa á síður... ...hjá møblaframleiðarum" ella nakin fólk í óhepnum støðum.
Á KNASSI skalt tú finna tað tú leitar eftir. Uttan at verða álopin av popup reklamum , porno og harðskapi.
Á KNASSI skalt tú finna tað mesta sum annars kann finnast á alnótini, bara eitt sindur betri.
Vit skulu hava góð tíðindi, góð heimasíðumið, góð spøl...
KNASSI skal vera ein betri alnót ;)


Til lýsarar

KNASSI er allarhelst bíligasta lýsingarstað á alnótini, og gevur KNASSI øllum sum eiga eina heimasíðu møguleika at lýsa hana uttan at skula seta hús og bil í veð.
Á KNASSI avgerð tú sjálv/ur prísin á lýsingunum. Les meira her...

Vitjandi á KNASSI í meðal um dagin: 586
Meðalkostnaður fyri eitt lýsingar-klikk: 20 oyru
Meðalkostnaður fyri eina lýsingar-vísing: 0,2 oyru


Kom lat okkum gera alnótina betri.


Vinarliga

Jon og Niklái


P.S. Vit svara fegin øðrum spurningum á knassar@knassar.com, tú kanst eisini chatta við okkum á Skype