
Eftir fleiri ár burtur frá fótbólti, so vóru kvinnurnar hjá Skála í fjør aftur á fremstu røð í føroyskum fótbólti. Við ein óroyndum liði, ið bert hevði leikt eitt ár á heilum vølli, og ungum gentum, har fleiri leikarar enn leiktu við á gentuliðnum, so bóru úrslitini tó boð um, at her var framtíð at hóma. Fleiri av ungu leikarunum hava eisini vunnið sær pláss á ymiskum landsliðum.
Venjarin hjá 1. deild kvinnum verður aftur í ár Ingun Hansen av Strondum.
Venjingin byrjar aftur á Skála týsdagin 3. februar kl. 20.
Er tað fleiri, ið hava hug at royna seg, so eru tær væl komnar.
Vit ynskja kvinnunum og Ingun eitt gott kappingarár.
Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo