TRIO skal stýra mansfótbóltinum á Skála.
11.01.2009 - 22:04

 

  

 

Skála hevur gjørt avtalu við Alexandur Johansen, Bárð Danielsen og Hans Jákup Andreasen um at taka sær av venjingini hjá 1. deild, 3 deild og unglingum kappingarárið 2009.

 

Hetta er fyrsta árið Alexandur og Bárður royna seg sum venjarar hjá teimum vaksnu; men sum leikarar hava teir nú í nógv ár víst dygdir, sum teir heilt víst eisini kunnu geva teimum ungu leikarunum.

 

 

Eisini hava teir eina gamla rottu afturat sær, ið vit øll kenna væl í felagnum.

 

Vit ynskja teimum trimum eitt gott kappingarár. 

 

 

 

 

 

Leikarafundur saman við venjarunum verður fríggjakvøldið 16. jan. kl. 20.

Er tað fleiri, ið hava hug at royna seg, so eru teir væl komnir.

 

 

 

 


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur