Rætt okkum aftur tína hond!
15.02.2009 - 22:45



Rætt okkum aftur tína hond!


Á ársaðalfundinum 26. februar kl. 20 verður eingin nevnd vald, bert rokniskapurin skal góðkennast.


Tí er ætlanin at viðgera

 

Fjarðastevnuna 13. – 14. Juni á Skála.


Fjarðarstevnan er heilt avgjørt størsta einstaka tiltak hjá felagnum. Tí er alneyðugt, at fyrireikingarnar fara í gongd nú. At vit standa saman um stevnuna og at øll geva eina hond við.

 

Skála ítróttarfelag hevur ábyrgd av øllum tiltøkum uttan kappróðrinum, sum Róðrarfelagaði hevur.

 

Hevur tú hug:

 

·        at hjálpa til við onkrum av verandi tiltøkum

 

·        hava ábyrgd av onkrum av verandi tiltøkum

 

·        at skipa fyri onkrum nýggjum tiltaki

 

so sig okkum frá, ella møta á fundinum.

 

Hesi tiltøk eru vanliga við á stevnunum:

 

 

·        fótbóltur, har flest øll lið hjá okkum spæla steypa-/heiðursmerkjdyst

                 
                 ·       
pylsuvognur - sølubúð

 

 

·        tombola – 21 spæl – skjóting – fiskibrunnur – o.annað

 

·        blómumarknaður

 

·        kvøldseta

 

·        framsýningar, møtir o.a.

 

·        annað, ið tú heldur skal við, bert hugflogið setur mørk

 

 

Stevnan kann gerast til ein familjudagur, har øll eru við.

 

Tí ert tú vælkomin at geva okkum eina hjálpandi hond.

 
Vónandi verður undirtøkan stór.

Skála Ítróttarfelag.


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur