Schwimm und Sprunghalle im Europasportpark leggur í vikuskiftinum karmar um seinastu World Cup kappingina í 2009 hjá føroysku svimjarunum.
43 ymisk lond hava sent meira enn 500 svimjarar til Berlin hetta vikuskifti til at kappast um 34 gullheiðursmerkir.

Suðuroyar Svimjifelag hevur 3 svimjarar við.
Tey eru:
Mona Simonsen, hon svimur 400 & 800m frí. Mona eigur sjálv tey føroysku metini á teimun teinunum og vann OYL gull í summar tá ið metini vóru sett.
Mona var fyrsta føroyska kvinna at svimja 800m frí undir 9 minuttir, og somuleiðis fyrsta føroyska kvinna at svimja 400m frí undir 4 minuttir og 20 sekund. Hetta er mørk sum mangan eru sera sera trupul at koma undir hjá svimjarum runt heimin, og ikki eru tær nógvar í heiminum sum megna tað í mun til hvussu nógvar í royna og hvussu nógvar gevast í royndini.
Shaila millum Garðarnar, hon svimur 50 & 100m frí har hon vann gull í báðum til OYL í summar. Shaila eigur føroyska metið í 50m frí. Shaila svimur eisini 50m firvald. Í hesari kapping vann hon eisini gull í Álandi í summar og setti føroyskt met.
Shaila var 100% sikkurt áliti hjá føroysku kvinnunum til OYL í summar. Hon vann mest, og var tann, eins og Pál, sum skuldi svimja liðsvimjingarnar heim um tær skuldu fáa gull.
Pál Joensen, hann svimur 400 & 1500m frí, tvær kappingar hann mangan hevur roynt, tvær kappingar hann mangan hevur vunni báði her heima og úti í heimi.
800m frí er ikki við á World Cup skránni, so Pál svimur tann, fyri hann 'stutta' 400m frí í staðin. Umframt at eiga tað norðurlendska metið í 1500m frí hjá monnum, so er tíðin hjá Páli í 1500m tann 13. skjótasta nakrantíð svomin av einum manni í heiminum. Og hetta vil hann sjálvandi royna at gera enn betur. Skjótasta tíðin hjá Páli er 14:32,59 og tann skjótasta tíðin nakrantíð í øllum heiminum er 14:10,10 og hetta má sigast at vera stóra máli hjá øllum langteinarum í heimselituni.
10. skjótasta tíðin er 14:31,02 so ikki er langt til All time Top'10 í 1500m frí.
4 svimjarar eru við í Berlin, tann 4. er 18 ára gamli Pauli Ø. Mohr úr FS. Pauli skal svimja 50 og 100m frí. Hann er næst skjótasti frísvimjari sum okur nakrantíð hava havt í Føroyum, ikki langt eftir Pál Joensen í 50m, og kanska er tað har hann serliga roynir at gerast tann skjótasti.
Okur byrja í morgin kl.08:30 lokala tíð. Mona svimur 800m frí, Pauli svimur 100m frí, Pál svimur 400m frí og Shaila 50m frí.
Vónirnar til finalupláss eru nokk einast hjá Páli, hóast tað als ikki er víst at hann klárar hetta, tí kappingin er sera sera hør, og mangur heimsmeistari hevur fyrr í Wold Cup snáva í innleiðandi kapping. Eg vanti at Pál skal svimja um 3:41,80 ella betur fyri at koma til finaluna, ella sera tætt uppá sína bestu tíð, og betur enn tað hann svam tá ið okur fóru heimani frá til Moskva fyri gott og væl viku síðani.
Vónandi havi eg okkurt gott at skriva heim um í morgin.
Jón B.
Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo