Mona svam gott í 800m frí í morgun.

Næst besta tíð nakrantíð, og heilt sikkurt besta svimjing hjá henni um morgunun nakrantíð.
Meiningin var at hon skuldi royna at halda seg á umleið 33,5 til 33,7 sekundir fyri hvønn 50m.
Split vóru:
31,0 - 33,0 = 1:04,1
33,5 - 33,5 = 1:07,0
33,7 - 34,2 = 1:07,9
34,0 - 34,2 = 1:08,2
33,8 - 34,1 = 1:07,9
34,1 - 34,2 = 1:08,3
33,9 - 34,0 = 1:07,9
34,2 - 33,0 = 1:07,2
Sum tykur síggja, so er hon eitt sindur djørv at byrja við, og tað kostar eitt sindur við at hon akkumulerar eitt sindur for nógva sýru, men ikki so nógv. Samla tíð 8:59,17 í mun til finaluna á OYL í summar har han var niðurtrappa 8:58,61 Hetta eru okur nøgd við, og síggja fram til EM í desembur.
Síðan svam Pauli 100m frí.

Hann fekk eina góða byrjan, vendi við 50m við tíðini 0:24,71 uttan at tað sá út til at vera ov hart, men teinurin heim aftur gjørdist í so langur, og serliga seinasti 25m er nakað hann skal blíva betur til. Pauli svam hóðast hetta bestu tíð 0:52,64 og hevur ein í huganum, at tað var klokkan 08:50 í morgun, so er tað óført.

Pál hevði 400m í morgun. Eg gitti í gjár, at ein skuldi svimja teinin uppá 3:41,8 ella betur fyri at koma í finaluna. Eg var bert 12/100 sekund frá. 3:41,68 var tað ein skuldi svimja fyri at náa finaluna. Í Stockholm svam hann 3:41,60 innleiðandi, tað hevði rokki til finalu í dag. Men fyrireikingin til innleiðandi í morgun hjá Pál og Shailu var nakað lort fyri at siga sum er. Pál svam klokkan 10:50 ella gott og væl 2½ tíma eftir at upphitingin í 25m hylinum var liðug, og tí vóru tey noydd til at hita upp í 50m hyli. Fyrireikarin vildi ikki broyta hin hylin til 25m, og ikki bar til hjá mær at koyra vanligu *dubult upphiting við Páli, tí nú vóru fleiri svimjarir við, og tá ið ein er í tungari venjing, ja so gongur tað ikki so gott uttan neyva upphiting har tíðir og pulsur avgerð succes ella fiasko. Hjá Pál var tað sera sjónligt at hann var kaldir, og als ikki kom í hægsta gear í morgun. 3:44,91 er ein vanlig morgun venjingartíð um okur hava hug til tað, og so kann ein ikki vera nøgdir, men tá ið ein kennir órsøkina, so verður ein lukkuvís ikki sligin út av tíð.

Shaila hatar upphitin á langbana, tí tað er ringt at venja vendingina við fullari ferð uttan eina kaving, men tað gekk óvanliga gott í morgun vil eg siga, og serliga svimjingin heim seinasta 25m var heilt í topp. Formurin er góður, eingin ivi um tað, men øll tann tunga venjingin við vektum og kanska í so nógvari renning hevur í seinastuni gjørt hana eitt vet 'tyngri' enn eg havi hug til at síggja hana. Starturin var ikki tann besti, men hesu ferð var tað ikki tí hon var tung ella sein, men meira at hon skundaði sær í so nógv at koma upp at svimja. 0:26,92 er ein fín morguntíð, og tær fínu justeringarnar sum skulu til fyri at svimja nýtt føroyskt met eru nemmar at fáa eyga á og rætta.
* Dubult upphiting er tað okur gera tá ið langt er frá tað vanligu upphitingini til ein skal svimja sína kapping. Í Føroyum er engin høll við fleiri hyljum sum eru nøktandi til tað, so tann trupuleikin loysir ein á annan hátt. Eg meldi Pál til fleiri kappingar, og so sær tað út til at hann kappast, men í veruleikanum hitar hann sum oftast upp til tað kapping sum eg tann dagin havi peika út til at vera tann har hann skal gera okkurt serligt. So nakrar kappingar rigga sum ein víðari upphiting frá tí vanligu. Tað ger ein ikki til World Cup, tí her eru vanliga fleiri 25m hyljar, so ein kann hita upp aftan á at kappingin er farin í gongd. Hægri støði ein svimur á, betri skal upphitingin planleggjast og stýrast. Í morgun var tað ógjørligt tíverri. Eg var aleinaður, upphitingarhylurin var langt vekk í aðrari høll, og so var tað 50m hylur. Shit happens.
Í morgin er aftur ein dagur, og okur hava óiva okkurt at glæða okon til.

Jón B.
Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo