Tíðindaskriv frá Svimjisambandið Føroya.
15.11.2009 - 19:33

Tíðindaskriv frá Svimjisambandið Føroya

Triðja norðurlendska metið uppá 9 dagar

Seinasta føroyska luttøkan í FINA World Cup á hesum sinni var finalan í 1500 frí í Berlin. Í einum dysti av teimum heilt stórum var Pál á seinasta hundraðmetrinum lagdur aftur um, av einum sera vælsvimjandi italiumanni Frederico Colbertaldo. Olympiski- og heimsmeistarin Mellouli møtti ikki upp til finaluni, so kappingin var millum Colbertaldo og Pál. Eingin ivi var um, at Pál hevði lúrt italiumannin av til kappingina í Stockholm. So tá Colbertaldo royndi at fara frá Pál við 900 metrum, so svaraði Pál aftur, og helt italimannin aftanfyri seg. Endaliga avgerðin fall so heldur ikki fyrr enn á seinasta hundraðmetrinum, har Colbertaldo gav alt hann átti og kom heim við 0:26.95 og 0:26.94 ímóti 0:28.06 og 0:28.24 hjá Pál. Colbertaldo vann gull við 14:29.46 og Pál fekk silvur við 14:32.15. Við hesari tíð setti Pál á triðja sinni í 9 dagar nýtt norðurlendskt met.

 

Til FINA World Cup í Berlin hava tríggir aðrir føroyskir svimjarar luttikið umframt Pál, tað eru úr Suðuroyar Svimjifelag Mona Simonsen og Shaila millum Garðarnar og úr Fuglafjarðar Svimjifelag Pauli Øssurson Mohr. Øll tey føroysku urslitini eru hesi:


 

Mona Simonsen (SuSvim)


Pauli Ø. Mohr (FS)


Shaila millum Garðarnar (SuSvim)


Pál Joensen (SuSvim)


 

Føroyska liðið kemur aftur til Føroyar mándagin 16. november kl. 14.00.


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur