Leygardagin 28. november 2009 verður landsdystur millum Føroyar og Ísland
27.11.2009 - 18:53

Svimjisambandið: Leygardagin 28. november 2009 verður landsdystur millum Føroyar og Ísland, í svimjihøllini í Gundadali. Hetta er fyrsti ferð at Svimjisamband Føroya luttekur í sovorðnum landsdysti, síðani føroyingar fyrst í 90-unum vóru í Íslandi og kappaðust.

Tjóðirnar báðar eru komnar ásamt um fylgjandi reglur til landsdystin:
- Liðini kappast í 12 útvaldum einstaklingakappingum, tveimum liðkappingum og einari serligari 8x50 liðkapping

- Hvør lið umfatar 8 konufólk og 8 mannfólk úr hvørjari tjóð

- Allir luttakarar svimja minst éina einstaklingakapping, og í mesta lagi tríggjar

- Í 8x50 liðkappingini skal hvørt lið umfata 4 konufólk og 4 mannfólk, í sjálvvaldari raðfylgju

- Í einstaklingakappingum er stigabýtið 4 stig til nr 1, 3 stig til nr 2, 2 stig til nr 3 og 1 stig til nr 4

- Í liðkappingum er stigabýtið 8 stig til nr 1, 6 stig til nr 2, 4 stig til nr 3 og 2 stig til nr 4

- Vinnari er tann tjóð sum tilsamans hevur fingið flest stig, tá ið alt er svomið

Skráin er hendan:
14:00 Svimjarar hita upp
14:00 Upphitingin byrjar
15:45 Upphitingin endar
16:00 Landsdysturin byrjar
16:00 Innmarsj svimjarar og dómarar
16:02 Jon Hestoy SSF-formaður bjóðar vælkomin
16:03 Kaj Leo Johannesen løgmaður heldur røðu
16:06 Eiður Guðnason íslendskur sendiharri í Føroyum heldur røðu
16:09 Íslendskur tjóðsangur
16:11 Føroyskur tjóðstangur
16:13 Útmarsj svimjarar og dómarar

16:15 Innmarsj til fyrstu kapping16:15 50 rygg kvinnur - FAR: Birita Debes og Poula Ø. Mohr
- ISL: Hildur Þ. Ármannsdóttir og Erla H. Unnsteinsdóttir

16:17 50 firvald menn - FAR: Kári J. á Høvdanum og Jóhann Heðinsson
- ISL: Bragi Þorsteinsson og Kristinn Á. Gylfason

16:22 400 frí kvinnur - FAR: Mona Simonsen og Cecilia Eysturdal
- ISL: Jóna H. Bjarnadóttir og Lea H. Guðjónsdóttir

16:31 200 bringa menn - FAR: Pál Joensen og Jón Hofgaard
- ISL: Jakob J. Sveinsson og Birgir V. Hannesson

16:38 50 frí kvinnur - FAR: Shaila millum Garðarnar og Birita Debes
- ISL: Hildur Þ. Ármannsdóttir og Diljá Heimisdóttir

16:43 50 frí menn - FAR: Pauli Ø. Mohr og Bjarni M. Petersen
- ISL: Bragi Þorsteinsson og Sindri S. Friðriksson

16:49 4x50 blandað kvinnur - FAR: 2 lið á 4 kvinnur
- ISL: 2 lið á 4 kvinnur

16:57 4x50 blandað menn - FAR: 2 lið á 4 menn
- ISL: 2 lið á 4 menn

17:06 100 rygg kvinnur - FAR: Birita Debes og Poula Ø. Mohr
- ISL: Hildur Þ. Ármannsdóttir og Elfa Ingvadóttir

17:12 200 frí menn - FAR: Pál Joensen og Eyðbjørn Joensen
- ISL: Konráð Hrafnkelsson og Birgir V. Hannesson

17:19 50 firvald kvinnur - FAR: Shaila millum Garðarnar og Astrið Foldarskarð
- ISL: Lilja M. Stefánsdóttir og Diljá Heimisdóttir

17:25 50 rygg menn - Føroyar: Kári J. á Høvdanum og Magnus Jákupsson
- Ísland: Sindri S. Friðriksson og Kolbeinn Hrafnkelsson

17:31 100 bringa kvinnur - Føroyar: Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen
- Ísland: María Á. Ásþórsdóttir og Jóna H. Bjarnadóttir

17:37 100 frí menn - Føroyar: Pauli Ø. Mohr og Bjarni M. Petersen
- Ísland: Bragi Þorsteinsson og Njáll Þrastarson

17:44 8x50 frí kvinnur og menn - Føroyar: 2 lið við hvør sínum 4 kvinnum og 4 monnum
- Ísland: 2 lið við hvør sínum 4 kvinnum og 4 monnum

17:55 Heiðursmerki

18:00 Liðugt

Eftir landsdystin eru bæði lið boðin til gallaveitslu á Føroya Læraraskúla, saman við venjarum og leiðarum, umframt eini rúgvu av føroyskum svimjarum og øðrum ið vara av svimjingini her heima.

Kringvarp Føroya sendir landdystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16 til 18, við møguleika at síggja dystin eisini sum "live stream" á www.kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðunum beinleiðis á www.livetiming.se, og at síggja bæði tað og samskifta við fólk í høllini og øðrum áskoðarum á www.svimjing.com/live

Men besta pláss er sjálvsagt í Gundadalshøllini, frá kl 16:00 leygardagin. Tað kostar einki fyri børn upp til 16 ár, at sleppa inn at síggja tiltakið, og 100 krónur fyri tey sum eru 17 ár ella meira.


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur