Suðuroyr svimjifelag hevur nógv tiltøk fyri framman!
18.12.2009 - 22:10

Suðuroyr  svimjifelag hevur  nógv tiltøk fyri framman!

Ogur byrja  við jóla hugna nú sunnudagin, har vera smáar kappingar, spøl og anna sum øll kunnu vera við í, rísalamandé kaffi og okkurt drekkandi verður til børnini eisini. Hettar tiltaki sum verður í Vági, er fyri allar svimjarar, frá teimum smæstu sum læra seg at svimja, til tey meira garvaðu, saman við foreldrum, ommun og abbun, ja øllum sum hava hug at vera við.  

                             


SuSvim fer aftur í ár at selja fýrverk, í ár vera ogur eisini í Vági, á Tvøroyri halda ogur til í (Trilluni), og í Vági hjá Mariu Vilhelm.


Sum undanfarin ár,  vera ogur eisini at samla fløskur,  tað verður leygardagin 2 januar, at fólk koma út í húsini. Fólk hava verið sera beinasom, og læti okkum hópin av fløskum, og eru ogur sera takksom fyri tað.

 


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur