Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnu leygardagin 6. februar
11.02.2010 - 19:47

Kappingin í Vági leygardagin 6. februar vísti at Susvim er væl fyri tá ið tað kemur til yngru bólkarnir. Framtíðin í Susvim skal tryggjast av ungu kreftunum sum eru á veg fram. Og beint nú sær tað bara heilt gott út.

Svimjarir sum vunnu heiðursmerkir, og vunnu kappingina fyri Susvim í stórum stíli eru ung fólk sum Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Kristina Elin Thomsen, Erna Katrin Olsen, Sólrun Kjærbo, Sára Nysted, Sofus Bech, Eyðbjørn Joensen, Pætur Leo, Róland Toftum, Hjarnar og Bjartur Randrup, Húni Vestergård, Hugin Næs Lave og Rói Bech.


 Guðrun Mortensen úr Susvim svam sera skjótt í 100m frí, 1:03,53 og hon er bert 12 ár.

 

Kappingin var fyri bólk 1, 2, 3 og 4. og ongantíð gjørdist nakar ivi um hvat felag var sterkast.

 Heiðursmerkjabýtið millum feløg:

  1. Susvim - 21 gull, 17 silvur, 12 bronsu
  2. Ægir - 8 gull, 9 silvur, 9 bronsu
  3. HS - 8 gull, 7 silvur, 5 bronsu
  4. Reki - 5 gull, 6 silvur, 6 bronsu
  5. FLOT - 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
  6. FS - einki heiðursmerki (bert 2 svimjarar við)

 

Úr Susvim komu svimjarir úr Hvalba, Tvøroyri, Porkeri, Vági og Sumba

 

Eyðbjørn Joensen er uttan iva ein av skjótastu 13 ára gomlu svimjarum í heiminum tá ið talan er um 200 til 1500m frí. Beint nú í skrivandi stund finnist eingin í heiminum sum er skjótari á nøkrum ranglista.

Guðrun og Eyðbjørn eru bert 2 av mongu evnaríku Su-Svimjarum sum klára seg avbera væl. Um ein hyggur í ranglistarnar fyri árgangs svimjarar í Danmark, so sær ein skjótt at tað ikki bert eru Guðrun og Eyðbjørn sum eru at finna í toppinum. Svimjarar sum Tanja, Kristina Elin, Róland, Sólrun og fleiri onnur eru millum allar bestu í ríkinum. Ikki kann sigast annað enn, at tað er ein spennandi framtíð í vantu fyri nógv ung fólk í Susvim.


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur