Nýggjur kappróđrarbátur flotađur í Kollafirđi
16.05.2010 - 23:16

Leygardagin 15. mai var nýggjur kappróđrarbátur flotađur í Kollafirđi. Talan er um eitt nýtt seksmannafar, iđ kollfirđingurin Heri Hansen hevur smíđađ.

Í stuttari viđmerking viđ heimasíđuna sigur Heri at hann altíđ hevur havt áhuga fyri bátasmíđi, og tá hann sjálvur hevur róđ kapp, var tađ nćrliggjandi at smíđa ein kappróđrarbát.

 

Biscmark tekur fyrstu třkini (mynd: Bergur I. Johansen)

 

Fólk vóru á einum máli um, at báturin fleyt vćl í sjónum og rann sera vćl ígjřgnum sjógvin. Hetta er óivađ ein gongubátur, og er hetta sjálvandi áhugavert, tí hann brýtur nakađ frá teimum frálíku kappróđrarbátunum sum vit kenna, iđ Sámal Hansen hevur smíđa.

 

Bátasmiđurin viđ húgvu, setir flaggiđ upp.

(mynd: Bergur I. Johansen)

 

Fólk frá Róđrarsambandi Fřroya hava mált bátin upp og líkur hann řll ásett mát frá RSF, og er báturin tískil góđkendur sum kappróđrarbátur.

 

Báturin hevur fingiđ navniđ Biscmark og er skrásettur at rógva fyri Kollafjarđar Ítróttarfelag (KÍF).

 

Annars er báturin ikki mannađur í lřtuni, men vćntandi verđur hann at síggja til onkra av FM-stevnunum seinni í summar.

Vit ynskja Hera hjartliga tillukku viđ nýggja kappróđrarbátinum.

 

JUS


www.vev.fo Tú kanst gera viðmerkingar til greinina inniá www.vev.fo

Aftur